Í døgunum 1. til 3. august er hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup 2022 í Vági. Í fjør vóru 60 lið og umleið 600 hondbóltsleikarar til Faroe Islands Handball Cup, sum í fleiri enn 67 tímar bjóðaði 204 hondbóltsdystir.
Í ár er Faroe Islands Handball Cup á 3. sinni og er hetta eisini fyrstu ferð, at útlendsk lið koma á Faroe Islands Handball Cup, nú tað er greitt, at U16 dreingjaliðið hjá Gamos Valles í Meksiko kemur til Vágs á Handball Cup.
Gamos Valles varð stovnað í 2013 sum eitt “high school team” í Ciudad Valles, sum er næststørsti býur í statinum San Luis Potosí í Meksiko, har tað búgva 2,8 mió. fólk. Gamos Valles hevur síðani kappast í San Luis Potosí og er felagið – frá barnahondbólti til vaksnamannahondbólt – mest vinnandi felagið í statinum San Luis Potosí.
Venjarin, Kique Huerta, sum hevur nomið hondbóltsvenjaraútbúgving hjá spanska hondbóltssambandinum og hevur lisið ítrótt á univeristetinum í Budapest, og sum eisini hevur verið partur av venjaratoyminum hjá ungdómslandsliðum í Meksiko, gleðir seg at koma við sínum U16 liði til Føroyar. -Vit í felagnum leggja stóran dent á at geva okkara leikarum stórar upplivingar útyvir vanliga gerandisdagin; upplivingar sum fevna um meiri enn ítrótt, og sum eisini fevna um at fáa møguleikan at kenna og uppliva onnur pláss og aðrar mentanir. -Hetta er eisini orsøkin til, at vit síðan 2016 hava roynt at luttikið í kappinginum uttanlands, serliga í Evropa, soleiðis at okkara leikarar kunnu mennast hondbóltsliga í kapping við bestu hondbóltsleikarar í heiminum, greiðir Kique frá – og leggur afturat, at hetta er eisini fyri at vísa okkara leikarum, at tað ber til at røkka persónligum og ítróttarligum málum og dreymum.
Tilmeldingin til Faroe Islands Handball Cup 2022 fer fram her á heimasíðuni www.handballcup.fo har tað eisini ber til at lesa meiri um kappingina.