Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll. Yngru liðini, frá U10 til og við U14 spæla í Marghøllini, meðan eldru árgangirnar spælir í Vágs Høll.

Fyri yngri liðini merkir hetta, at spælt verður á graslíkisvølli. Graslíkisvøllurin í Marghøllini er 40 x 60 metur og á vøllinum verða tríggir hondbóltsvallir, sostatt verða tríggir dystir spældir í senn.

Mynd: Bjartur Vest