Fyrstu liðini skrásett til Faroe Islands Handball Cup 2022

Mynd: Bjartur Vest

Fyrstu liðini hava nú skrásett seg til Faroe Islands Handball Cup 2022 og í mun til undanfarin ár, so er eisini áhugi uttanlands fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági.

Seinastu vikurnar hava vit verið í samskifti við útlendskt felag, sum ætlar at koma til Vágs til Faroe Islands Handball Cup í august komandi ár. Í hesum ítøkiliga førinum er talan um lið í U16 árganginum, men vænta vit eisini, at útlendsk lið í øðrum árgangum fara at luttaka á Faroe Islands Handball Cup í 2022.

Skráseting til Faroe Islands Handball Cup 2022 fer fram her