Faroe Islands Handball Cup 2022 nærkast

Komandi dagarnir verður kunning send til feløg og luttakarar – og kunnað verður eisini her á facebook síðuni hjá Faroe Islands Handball Cup.

Í mun til undanfarin ár, so byrjar Faroe Islands Handball Cup 2022 við innmarsji og setan í Marghøllina kl. 12.30 mánadagin 1. august. Hetta merkir eisini, at luttakarar norðanfjørðs kunnu koma suður mánamorgun við Smyrli av Havnini kl. 8.45.

Spælt verður mánadag seinnapart, týsdagin og ónsdagin – og endar Faroe Islands Handball Cup 2022 seinnapartin ónsdagin 3. august.

Okur gleða okkum til at taka ímóti tykkum.

(myndin er frá setanini av Føroyaleikum 2021)