Í august er stóra hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup í Vági.

Faroe Islands Handball Cup er kapping fyri bæði føroysk og útlendsk hondbóltslið. Talan er um hondbóltskapping fyri aldurbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir – og harumframt verður eisini skipað fyri kapping fyri vaksin, fyri kvinnur og menn.

Spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll.

Forsíðumynd: Bjartur Vest