Kostnaður fyri at luttaka á Faroe Islands’ Handball Cup er býttur sundir í:

  • Luttøkugjald pr. lið
  • Luttøkugjald pr. leikara
  • Gjald fyri gisting, máltíðir og flutning

Luttøkugjald pr. lið

Við tilmelding verða liðini at gjalda eitt luttøkugjald á 500 kr. pr. lið.

Luttøkugjald pr. persón

Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn leikara.

Íroknað gjaldinum er

  • luttøkugjald til sjálva kappingina
  • gjald fyri undirhald um kvøldarnar

Gjald fyri gisting, máltíðir og flutning

Faroe Islands Handball Cup skipar gisting í Vágs Skúla og um neyðugt í øðrum hølum í Vági. Gist verður í soviposa og fólk hava sjálvi madrass/undirlag við.

Faroe Islands Handball Cup skipar morgunmat, millumála, og døgurða um kvøldið.

Faroe Islands Handball Cup skipar fyri flutning til og frá Marghøllini í samband við kappingina.

Gjaldið fyri gisting, máltíðir og flutning er 1.000 kr. persón.

Tilmeldingarfreist 1. juni 2022

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup hjá bæði børnum og ungum fer fram her.