Faroe Islands Handball Cup bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, hugna og undirhaldi.

Spælt verður í aldursbólkunum frá 10 ára gomlum til og við 16 ár. Men Faroe Islands Handball Cup er nógv meiri enn bara hondbóltur.

Umframt hondbólt, so fáa luttakarar á Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í Páls Høll, Marghøllin og Vágs Høll, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.

Fyri foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.

Okkara mál er at Faroe Islands Handball Cup gerst eitt upplivilsi fyri lívið hjá luttakarunum, bæði leikarum, venjarum og liðleiðarum og foreldrum og avvarandi annars.

Hondbóltur í tríggjar dagar

Faroe Islands Handball Cup byrjar mándagin 1. august 2022 kl. 8.00.

Øll hondbóltslið møta í Vági sunnudagin / sunnukvøldið 31. juli 2022 (Smyril siglur av Havnini kl. 11.00 og kl. 20.00) og gista í Vági.

Kappingin er fyri árgangirnar:

Kappingin Faroe Islands Handball Cup er ein kapping fyri barna- og ungdómslið. Lið úr Føroyum (og uttanlands) eru vælkomin til kappingina, og kappast verður í hesum aldurbólkunum.

  • U10 dreingir og gentur
  • U12 dreingir og gentur
  • U14 dreingir og gentur
  • U16 dreingir og gentur