Faroe Islands Handball Cup bjóðar eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í hallum, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars.
Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu og tey tilkomnu kunnu njóta løturnar í Vági.
Umframt hondbólt á Faroe Islands Handball Cup ber eisini til at svimja í Páls Høll, klatring á klatrivegginum í Marghøllini, at njóta løturnar í Parkour høllini, sigling og spæl á fjørðinum, túrar burtur í haga og mangt mangt annað. Og fyri foreldrini – tey vaksnu – er Faroe Islands Handball Cup eisini eitt framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og á ferðavinnuøkinum.
Okkara mál er at Faroe Islands Handball Cup gerst eitt upplivilsi fyri lívið hjá luttakarunum, bæði leikarum, venjarum og liðleiðarum og foreldrum.