Kostnaður fyri at luttaka á Faroe Islands’ Handball Cup er býttur sundir í:
- Luttøkugjald pr. leikara
- Gjald fyri gisting og máltíðir
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn leikara.
Íroknað gjaldinum er
- luttøkugjald til sjálva kappingina
- gjald fyri diskotek í teltinum á havnarlagnum
Gjald fyri svimjing og Leikaland (50 kr. pr. persón) er ikki íroknað gjaldinum.
Gjald fyri gisting og máltíðir
Faroe Islands Handball Cup skipar gisting í Vágs Skúla. Gist verður í soviposa og fólk hava sjálvi madrass/undirlag við (luftmadrassur kunnu keypast fyri sømligan penga frá Mangt & Hvat í Vági, samband á Facebook)
Gistingin í Vágs Skúla kostar 50 kr. fyri hvønn pr. dag, tvs. 150 kr. fyri hvønn fyri alt tíðarskeiðið.
Faroe Islands skipar morgunmat (í Vágs Skúla), millumála (í Marghøllini og VB-húsinum), og døgurða um kvøldið (í Vágs Skúla). Máltíðirnar kosta 200 kr. fyri hvønn pr. dag og 600 fyri alt tíðarskeiðið.
Gjald til shuttlebussin úr Vágs Skúla til Marghøllina/Vágs Høll og aftur 50 kr. fyri hvønn pr. dag, tils. 150 kr. fyri alt tíðarskeið. Tilmelding krevst til shuttlebussin !
Feløg kunnu velja at skipa aðra gisting sjálvi.
Tilmeldingarfreist 1. juli 2020
Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup – hjá bæði børnum og ungum og hjá vaksnum – fer fram her á heimasíðuni www.handballcup.fo – undir breddan Vaksin.