Stóra hondbóltskappingin, Faroe Islands Handball Cup verður sjálvandi aftur í Vági komandi ár, tá spælt verður í døgunum 1. til 3. august 2022.
Faroe Islands Handball Cup bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga eisini í Vágs Høll) – og eins og undanfarin ár verður spælt í aldursbólkunum frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.
Umframt hondbólt, so fáa luttakarar á Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í Páls Høll, Marghøllin og Vágs Høll, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.
Fyri foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.
Stórur áhugi og mesta tal av liðum!
Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup og nú vísa lið uttan úr heimi eisini áhuga fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági – og tilmeldingin er byrjað!
Hóast umstøðurnar í Vági eru góðar og stórar bæði í Marghøllini og í Vágs Høll, so er gjørt av, at seta eitt mesta tal av luttakandi liðum – og fara tað í mesta lagi 70 lið at kappast til Faroe Islands Handball Cup 2022.
Tilmeldingin er byrjað!
Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2022 er byrjað og tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni – har finna tit eisini er kunning um luttøkugjald og kostnaðir í samband við Faroe Islands Handball Cup 2022.
Freistin fyri tilmelding er 1. juni 2022 (men lagt eigur at verða tilmerkist, at tilmeldingin letur aftur, tá 70 lið eru tilmeldaði)