Mynd: Bjartur Vest

Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll. Elstu liðini spæla í Vágs Høll, meðan yngru liðini, frá U10 til og við U14 spæla í Marghøllini.

Eldri liðini spæla á vanligum hondbóltsgólvi, meðan yngri liðini spæla á graslíkisvølli. Graslíkisvøllurin í Marghøllini er 40 x 60 metur og á vøllinum verða tríggir hondbóltsvallir, sostatt verða tríggir dystir spældir í senn.