Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.
Karmarnir í Vági eru í topp. Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll. Fríløturnar fara vit millum annað at brúka saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina.
Fyrireikingarnar til kappingina eru komnar væl áleiðis og skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum og frætta tilmeldaði liðini meiri um hetta tá. Vit eru sera fegin um stóra áhugan fyri kappingini og gleða okkum til at taka ímóti leikarum, venjarum og øllum fjepparunum, sum koma til Vágs at heppa á teirra lið.