Kunning: Tilmeldingin fyri børn & ung er steðgað!

Vit eru ómetaliga fegin fyri stóra áhugan fyri Faroe Islands Handball Cup 2020. Tað eru meldaði fleiri enn 520 børn & ung til kappingina 3. – 5. august 2020.

Vit hava fingið spurningar, um tað framvegis ber til at melda til. Tíverri er tilmeldingin fyri børn & ung nú steðgað, tí fyrireikingarnar til at leggja kappingina og skipa alt kring kappingina eru nú komnar somikið áleiðis, at tað ikki er gjørligt at taka fleiri lið inn í ár.