Handlarnir í Vági bjóða vælkomin til Faroe Islands Handball Cup 2020

Í Vági bjóða handlar og kioskir vælkomin til Faroe Islands Handball Cup 2020. Í Vági er fjølbroytt handilslív frá matvøruhandlum, til klædnahandil, búnýtishandlar, málingahandlar, radioservice, optikari, endurnýtsluhandil, og á Heimavirkinum fáast eisini apoteksvørur til keyps.

Á økinum á Gørðunum finnur tú m.a. matvøruhandilin Keyp á Gørðunum, Toystovuna og RadioService. Keyp á Gørðunum hevur opið soleiðis: (Sunnudag stongt) Mánadag, týsdag og onsdag opið frá kl. 8.00 -kl. 22.00. Toystovan hevur opið kl. 10.00 – kl. 17.30. Á 2. hædd í Keyp á Gørðunum er eisini endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi.

Í miðbýnum er handilsmiðstøðin Torgið, við matvøruhandli, kiosk og lagursølu frá Føroyar Bjór og Okkara á 1. hædd. Á 2. hædd er nýggjur stórur Mangt og Hvat handil. Mangt og Hvat á Torginum hevur opið soleiðis komandi dagarnir: mánadagin og týsdag Kl. 10:00 – kl. 20:00, ónsdag kl. 10:00 – kl. 17:30

Í miðbýnum er eisini Vágs Litbuð, sum hevur opið frá kl. 10.00 til kl. 20.00 mánadagin til ónsdagin í smb. við Faroe Islands Handball Cup 2020.

Longri úti á Vágsvegi 51 er eisini Mangt og Hvat handil, sum í samband við Faroe Islands Handball Cup er opið soleiðis: mánadagin og týsdag Kl. 10:00 – kl. 20:00, ónsdag kl. 10:00 – kl. 17:30. Í sama økið er eisini optikbúðin Sjónin og Heimavirkið.

Í Vági eru eisini tvær bensinstøðir, sum eisini selja kiosk- og matvørur. FAST er í miðbýnum í Vági og MAGN er við Ósan.