Ongin behøvist ganga svangur á Faroe Islands Handball Cup

Í komandi viku er Faroe Islands Handball Cup í Vági. Umframt hópin av børnum og ungum, sum fara at spæla hondbólt, so verða tað eisini nógvir fjepparar og familjur við á ferðini til Suðuroyar. Hondbóltsliðini fáa mat í skipan frá kappingini, men vitjandi behøvast ikki at ganga svong meðan Faroe Islands Handball Cup er í Vági.

Í Vági spenna matstovur og kafeir seg út til at taka ímóti gestum í komandi viku – og tað eru rættiliga nógv støð í Vági, har tú kann eta ella fáa tær ein kaffimun ella okkurt annað leskandi. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvussu matstovur og kafeir hava opið frá sunnudegnum 2. august til ónsdagin 5. august.

BÁRAN
Báran er grillbar, sum liggur vestaliga í býnum, framvið høvuðsvegnum á Vágsvegi 109.

Mánadagin til ónsdagin hevur Báran opið frá kl. 16 til kl. 22. Báran er annars at finna á Facebook her.

Matstovan GARÐSLON
Matstovan Garðslon er nýggj matstova í Vági, sum lat upp fyrr í summar. Matstovan liggur framvið høvuðsvegnum, á Vágsvegi 114, miðskeiðis í bygdini yvirav Handlinum á Gørðunum.

Frá mánadegnum til ónsdagin hevur Garðslon opið frá kl. 12 til kl. 22. Garðslon er eisini á Facebook her.

Kafe BRIM
Kafe BRIM er nýggj kafe, sum lat upp fyrr í summar. Kafe BRIM liggur framvið høvuðsvegnum á Vágsvegi 78 mitt í býnum.

Kafe BRIM hevur opið frá kl. 11 til kl. 19 í døgunum meðan Faroe Islands Handball Cup er. Kafe BRIM er eisini á Facebook her.

BAKKIN STEAKHOUSE
Bakkin Steakhouseer eitt nýtt steakhouse, sum lat upp á Hotel Bakkanum í farnu viku. Bakkin Steakhouse liggur framvið høvuðsvegnum á Vágsvegi 69 í miðbýnum í Vági.

Bakkin Steakhouse hevur opið soleiðis í samband við Faroe Islands Handball Cup: Sunnudagin til týsdagin frá kl. 18 til kl. 22.
Borðbílegging á tlf 250444. Bílegg borð til kl. 18 ella kl. 20

Á Hotel Bakkanum er eisini morgunmatur frá sunnudegnum til ónsdagin frá kl. 8 til kl. 10. Seinnapartin er Bakka Cafe við stórum køkuborðið frá kl 14 til kl. 17. Bakkin er eisini á Facebook her.

Thailendskur matur í Handverkarahúsinum
Í Handverkarahúsinum er framúr góður thailendskur matur at fáa sunnudegnum til ónsdagin. Handverkarahúsið liggur framvið høvuðsvegnum í Vági á Vágsvegi 66 mitt í býnum.

Thailendska matstovan í Handverkarahúsinum er opin soleiðis meðan hondbóltskappingin er í Vági: Sunnudagin 2. august, mánadagin 3. august. og týsdagin 4. august opið frá kl. 13.00 til kl. 22.00.

BRYGGJAN BUFFET
Bryggjan Buffet er filipinsk matstova sum liggur miðskeiðis í Vági í brekkuni oman á havnarlagið, á Bryggjan 1.

Bryggjan Buffet hevur opið frá kl 13.00 til kl. 22.00 í døgunum meðan Faroe Islands Handball Cup er í Vági. Bryggjan Buffet er eisini á facebook her.

PIZZAKØKURIN
Pizzakøkurin er pizzaria, har til ber at bíleggja pizza út við. Pizzakøkurin liggur framvið høvuðsvegnum á Vágsvegi 15.

Pizzakøkurin er opin frá kl. 14 til kl. 22 mánadagin til ónsdagin. Pizzakøkurin er eisini á facebook her.