Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll. Yngru liðini, frá U10 til og við U14 spæla í Marghøllini, meðan eldri liðini spæla í Vágs Høll.
Fyri yngri liðini merkir hetta, at spælt verður á graslíkisvølli. Graslíkisvøllurin í Marghøllini er 40 x 60 metur og á vøllinum verða tríggir hondbóltsvallir, sostatt verða tríggir dystir spældir í senn. Elstu liðini spæla sínar dystir í Vágs Høll.
Árgangirnar frá U10 til U16 spæla soleiðis:
- Mánadag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00.
- Týsdag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00
- Ónsdag verður spælt frá 8.30 til kl. 16.00
- Seinnapartin ónsdag verða finaluumførini
Kvinnur og menn spæla soleiðis:
- Fríggjadag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00.
- Leygardag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 16.00.
- Seinnapartin leygardag verða finaluumførini – um kvøldið verður veitsla.