Spæla í Marghøllini og í Vágs Høll

Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll. Yngru liðini, frá U10 til og við U14 spæla í Marghøllini, meðan eldri liðini spæla í Vágs Høll.

Fyri yngri liðini merkir hetta, at spælt verður á graslíkisvølli. Graslíkisvøllurin í Marghøllini er 40 x 60 metur og á vøllinum verða tríggir hondbóltsvallir, sostatt verða tríggir dystir spældir í senn. Elstu liðini spæla sínar dystir í Vágs Høll.

Árgangirnar frá U10 til U16 spæla soleiðis:

  • Mánadag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00.
  • Týsdag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00
  • Ónsdag verður spælt frá 8.30 til kl. 16.00
  • Seinnapartin ónsdag verða finaluumførini

Kvinnur og menn spæla soleiðis:

  • Fríggjadag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 18.00.
  • Leygardag verður spælt frá kl. 8.30 til kl. 16.00.
  • Seinnapartin leygardag verða finaluumførini – um kvøldið verður veitsla.