Stórur áhugi fyri Faroe Islands Handball Cup

Fyrst í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrsta sinni í Vági. Talan er um hondbóltskapping fyri børn & ung og fyri vaksin – í døgunum 3.-5. august fyri børn & ung og í døgunum 14.-15. august fyri vaksin. Spælt verður í framúr góðu umstøðunum í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll.

Tilmeldingarfreistin er 30. Juni 2020 á midnátt og nú tilmeldingarfreistin nærkast, gleðast vit um, at sera stóra áhugan fyri Faroe Islands Handball Cup.

Higartil eru tilmeldaði fleiri enn 40 lið og fleiri enn 400 leikarar til Faroe Islands Handball Cup 2020. Lið í øllum aldursbólkunum frá U10 til og við U16 í gentum og dreingjum eru meldaði til, so gott grundarlag er fyri at fáa eina góða og spennandi kapping, og ikki minst nakrar góðar og gevandi dagar í Vági.

Sum nevnt, so er tilmeldingarfreistin úti á midnátt týskvøldið 30. Juni 2020, so lið kunnu framvegis melda til her á heimasíðuni.