Fleiri enn 50 lið og yvir 500 leikarar tilmeldaðir higartil

Faroe Islands Handball Cup 2021 verður í Vági í døgunum 2. til 4. august. Tilmeldingarfreistin, sum er 1. juni (á midnátt) nærkast og higartil hava fleiri enn 50 lið og yvir 500 leikarar meldað seg til Faroe Islands Handball Cup 2021.

Talan er um lið úr so at siga øllum landinum og í øllum aldursbólkum frá U10 gentum og dreingjum til og við U16 gentur og dreingir.

Tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni undir “Tilmelding børn & ung”