Ferð sett á endaligu fyrireikingarnar

Um smáar 2 vikur byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 og ferð er á endaligu fyrireikingunum.

Komandi vikuna verður meiri at frætta um ferðaætlan, gisting, mat, kappingarskrá, og skipan av tiltakinum annars, soleiðis at luttakandi liðini fáa fyrireika seg.

Eins og í fjør er í samstarvi við høvuðsstuðul okkara Suðuroyar Sparikassa lagt upp til nakrar spennandi dagar í Vági frá mánadegnum 2. august til ónsdagin 4. august.

Skoytast kann uppí, at kappingin verður skipað í tráð við Corona-tilmælini.