Væleydnaður fyrsti dagur á Faroe Islands Handball Cup 2021

Fyrsti dagurin á Faroe Islands Handball Cup 2021 er nú farin afturum og dagurin eydnaðist sera væl.

Byrjað varð kl. 8.30 í morgun og seinasti dystur varð liðugur umleið kl. 17.30. Hóast spælt varð í 9 tímar, so vóru tað sera smáar seinkingar í skránni og eiga leikarar, liðini, liðleiðarar og feløgini stórt rós uppiborið fyri tað.

Tilsamans 88 dystir vóru leiktir í hesum fyrsta av tveimum innleiðandi døgum og úrslitini finnur tú á Facebook-vanganum hjá Faroe Islands Handball Cup. Har eru eisini fleiri myndir frá degnum í dag – nakrar eru eisini her niðanfyri: