575 leikarar til Faroe Islands Handball Cup í Vági

Mánadagin byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági og komandi dagarnir fara umleið 575 leikarar at spæla fleiri enn 200 hondbóltsdystir til stóru hondbóltskappingina í Vági.

Faroe Islands Handball Cup 2021 byrjar tíðliga mánamorgun og merkir hetta eisini, at leikarar, venjarar og liðleiðarar – og ikki minst allir fjepparar, sum fylgja ymisku liðunum – koma suður til Vágs í dag, sunnudagin, antin nú stutt eftir døgurða ella í kvøld.

Innleiðandi umførini eru mánadagin og týsdagin og so er stóri finaludagurin ónsdagin. Umframt hondbólt er eisini í samband við Faroe Islands Handball Cup hugni og undirhald fyri leikarar og venjarar. Hartil er Páls Høll opin, Parkour-høllini í Líðini er opin – og í Vági eru alskyns møguleikar til undirhald á fjørðinum, túrar burtur í haga, matstovur, kafeir og handlar hava opið og mangt annað (meiri fæst eisini at vita um hetta í Miðlatúni í miðbýnum í Vági).

Vit gleða okkum saman við høvuðstuðli okkara, Suðuroyar Sparikassa, at taka ímóti nógvu gestunum sum koma til Vágs til Faroe Islands Handball Cup 2021.

Spælt verður í Marghøllini og leikskráin fyri teir tríggjar vallirnar í Marghøllini er hendan: